Seinasta hetjan frá Auschwitz farin

David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal.

Týski Dushman, sum sjálvur var av jødiskari ætt, var hermaður í russiska herinum.

07. juni 2021

Dushman visti einki um týningarleguna, tá ið hann, 21 ára, gamal kom til hana. Síðan 2005 hevur 27. januar verið altjóða minningardagur fyri fólkamorð í mongum londum.

Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki.

Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fiktarin fyri Russland, og varð eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey.

Minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkamorð verður hvørt ár hildin í Føroyum 27. januar.

Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri tiltakinum, sum varð netvarpað til allar skúlar í landinum.

Komandi ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri tiltakinum, sum verður netvarpað úr Salt.

Tað er Nám, sum skipar fyri minningardegnum um Holocaust og onnur fólkamorð.

Fá meira at vita:
https://www.bbc.com/news/world-europe-57379704?fbclid=IwAR2xju3EiaVOjyk2sCrRiwh7bjjae6yEGfPsrUM3tGhpnz6keZaoB_4Q2eY

Kelda:  vp.fo

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022