Fyrrverandi stjóri í starvsliði Netanyahu fær nú valdið

Í tvey ár var Naftali Bennett stjóri í starvsliði Benjamin Netanyahu. Nú skal Bennet sjálvur leiða landið. Verður ein nýggj samgongustjórn góðkend í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, verður tað Naftali Bennett, sum fer at røkja starvið sum forsætisráðharri fyrstu tvey árini. Síðani verður tað Yair Lapid.

13. juni 2021

Verður ein nýggj samgongustjórn góðkend í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, verður tað Naftali Bennett, sum fer at røkja starvið sum forsætisráðharri fyrstu tvey árini. Síðani verður tað Yair Lapid.

Her eitt sindur meira um mannin:

Navn: Naftali Bennett.

Aldur: 49 ár (føddur 25. mars í 1972)

Føddur: Haifa, Ísrael.

Sonur: Amerikanararnar Jim Bennett og Myra Bennett.

Giftur Gilat Bennet. Saman hava tey fýra børn

Útbúgving: Bachelor í jura frá Hebrew University í Jerusalem.

Starvsleið:

* Byrjaði við hertænastu í 1990. Her arbeiddi hann seg upp og gjørdist servandur hermaður. Hann fór úr herinum í 1996 fyri at lesa.

* Stovnaði saman við trimum øðrum kt-felagið Cyota í 1999. Bennett var stjóri í felagnum, sum varð selt fyri eina milliardaupphædd í 2005.

* Var í 2006 sendur til kríggið í Libanon, har hann stóð á odda fyri nøkrum hernaðarligum átøkum.

* Gjørdist seinni hetta árið stápsstjóri fyri Likud flokkin hjá Benjamin Netanyahu í andstøðu frá 2006 til 2008.

* Bennett var ímóti stovnanini av einum palestinskum stati, stuðlar búsetingum á hersetta Vestara áarbakka og er fyri herseting av stórum pørtum av Vestara áarbakka.

* Var ráðharri í búskapi og átrúnaði frá 2013 til 2015. Frá 2015 til 2018 var hann ráðharri í útbúgving, var yngsti verjumálaráðharri nakrantíð í Ísrael frá 2019 til 2020.

* Fór í 2018 úr flokki sínum og stovnaði nýggja flokkin Nýtt Høgra, sum tó ikki náddi um sperrumarkið.

* Legði í 2020 flokkin saman við Jødiska Heimið og stovnaði átrúnaðarliga og høgrasinnaða flokkin Yamina. Síðani hevur hann verið limur í ísraelska tjóðartinginum.

* Yamina fór í andstøðu til stjórnina við Netanyahy og Benny Gantz.

* Á seinasta vali í mars fekk flokkurin seks av teimum 120 sessunum í Knesset.

Keldur: Reuters, Knesset.gov.il, Naftalibennett.co.il.

/ritzau/

Kelda:  in.fo    Eirikur Lindenskov                13.06.2021 (07:57)

- Foto: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022