Samráðingar slitnaðar

SAMRÁÐINGARNAR MILLUM HAMAS OG PALESTINA-ARABAR Í EGYPTALANDI SLITNAÐAR. Hamas krevur eitt nýtt "Hægsta Ráð", alt meðan Fatah roynir at gera seg galdandi.

19. juni 2021

Semjusamráðingarnar í Kairo, millum Hamas og Fatah, hava rent seg fastar eftir fýra døgum og tað sigst at ósemjan partanna millum er ov stór til at nøkur semja er í eygsjón.
Sambart blaðnum Israel HaYom setur Hamas krøv, ið hótta palistinska myndugleikan PA (Palestinian Authority) og fara at avbyrgja teir á altjóða pallinum.
Hamas vil útskifta PA við eitt "hægri stýrandi ráð", sum telur Hamas, Palestinian Islamic Jihad, Fatah og ymiskar aðrar yvirgangsbólkar, sum í løtuni eru undir skýlinum hjá PLO (Palestine Liberation Organization). Hetta hægsta ráð skal koma í staðin fyri PA eftir eina tvey ára skiftistíð.
Hetta ráðið skal hava ræði á Gaza, og palestinsku økjunum í Judea og Samaria. Tað sigst, at egyptiskir semingsmenn skilja, at hetta ráðið vil helst hava "vápnaða mótstøðu, sum eina meginreglu" (eitt fagurheiti fyri yvirgang), sum ein varandi møguleika mótvegis Ìsrael.
Ein semja um at luta makt, ið umfatar Hamas og aðrar yvirgangsbólkar, brýtur Oslo-avtaluna, ið er sjálvt grundarlagið undir tilveru PA´s (Palestinian Authority).
Við at útseta valið og so loyva Hamas at útnytta høvið at skjóta rakettir inn í Ísrael, hevur Fatah mist nógva virðing millum palestinaarabar. PA, stýrt av Fatah, var uppaftur meiri skúgvað til viks av ísraelska Gaza-álopinum og altjóða royndum at enda stríðið.
Fyri sítt viðkomandi, so fór Fatah til Kairo, fyrst og fremst fyri at fáa vald á pengunum til endurbyggjan av Gaza.
Fremsta endamálið hjá Fatah er, at tryggja, at amerikanska konsulátið í eystur-Jerusalem letur uppaftur og amerikanska fíggjarliga hjálp til UNRWA, (United Nations Relief and Works Agency), ið letur pening, einans til palestina-arabar. Fatah vónar, at hesar ítøkiligu vinagerðir frá Joe Biden fara at styrkja teirra umdømi millum palestina- arabarnar.
Palestina-arabarnir hava verið undir tvíbýttari leiðslu síðani Hamas tók valdið í Gaza frá Fatah í einum blóðigum kvetti í 2007.

Kelda: World Israel news

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022