Sendimaðurin kunngjørdur fyrst í komandi viku

Nýggi sendimaðurin til Ísraels verður kunngjørdur fyrst í komandi viku, sigur Jenis av Rana, uttanríkisráðharri, tá ið VP spyr.

11. juli 2021

Men Jenis av Rana vil ikki siga nú, hvør tað er, sum verður settur. Ikki annað enn, at viðkomandi, sum var spurdur, hevði givið játtandi svar.

Kringvarpið skrivaði í gjár, at umsitingin í Uttanríkismálaráðnum skuldi kanna, um umsóknirnar, sum komu í fjør, kundu brúkast aftur nú ella, um starvið skuldi lýsast leyst.

Niðurstøðan var, at umsøkjararnir, sum vórðu innstillaðir í fjør, men ikki fingu starvið, skulu spyrjast fyrst, og tað er so gjørt.

Kelda.  vp.fo 10/07/2021 22:26

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022