Sendimaðurin funnin millum aðrar umsøkjarar

Sendimaðurin finnast millum aðrar umsøkjarar Umsøkjarar, sum í fjør vórðu ov stuttir til starvið sum føroyskur sendiharri í Ísrael, fáa nú ein kjans afturat.

11. juli 2021

Umsøkjarar, sum í fjør vórðu ov stuttir til starvið sum føroyskur sendiharri í Ísrael, fáa nú ein kjans afturat.

Men tey, sum ikki søktu tá - sleppa ikki uppí part.

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur gjørt av at finna nýggja sendiharran millum tey, sum í fjør vórðu innstillað til starvið, tó uttan at fáa tað.

Tá nýggja sendiharrastarvið varð lýst leyst at søkja í fjør, varð John Rajani mettur at vera besta boðið, og hann tók formliga við sum sendimaður Føroya í Ísrael 1. desember.

24 fólk søktu starvið, 20 menn og 4 kvinnur.

Men longu 29. juni í ár - sjey mánaðir seinni - kundi Løgmansskrivstovan boða frá, at John Rajani verður nýggjur løgmansstjóri eftir Marjuna Hanusardóttir, ið fer frá fyri aldur.

Við Vágaportalin sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, at hann nú fer at finna nýggja sendiharran í Ísrael millum tey, sum vórðu innstillað í fjør, men ikki fingu starvið.

-Nýggi sendimaðurin verður kunngjørdur fyrst í næstu viku, sigur Jenis av Rana við Vágaportalin.

Landsstýrismaðurin leggur afturat, at viðkomandi sum nú varð spurdur, hevur givið játtandi svar.

Kelda:  KvF  Jón Brian Hvidtfeldt  11.07.2021 - 11:06

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022