100 ára gamal fyri rættin

Týskland: 100 ára gamal maður er skuldsettur fyri at hava viðvirkað til 3500 dráp

01. august 2021

Í heyst skal ein 100 ára gamal maður í Týsklandi fyri rættin skuldsettur fyri at hava verið við til at drepa 3500 fólk;
tað skrivar Ritzau.

Maðurin var vaktarmaður í týningarleguni Sachsenhausen norðanfyri Berlin frá 1942 til 1945. 200.000 fólk vóru fangar í hesari legu, og umleið 20.000 av teimum vórðu dripin. Nú, 76 ár eftir at kríggið endaði, verður maðurin førdur fyri rættin fyri skuldsetingar um illgerðir.

Í 1979 avgjørdi týska parlamentið at strika fyrningarfreistina í sambandi við dráp, sum hevði verið 20 ár. Tað hevði eitt nú við sær, at krígsbrotsfólk frá seinna heimskríggi kundu rættarsøkjast.

Seinnu árini eru fleiri eldri mans dømdir fyri brotsverk undir seinna heimskríggi.

Umleið seks milliónir jødar doyðu í Holocaust undir seinna heimskríggi.

Kelda:  in.fo        Eyðun Klakstein      01.08.2021 (12:55)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022