Týskland ætlar at draga 17 fyrrverandi nazistar í rættin

Tilsamans 17 týskarar sum hava verið vaktarfólk í týningarlegum ella á annan hátt hava arbeitt fyri nazistarnar undir seinna heimsbardaga skulu í næstum fyri rættin í Týsklandi, tað boðar høvuðsákærin Thomas Will frá. Fyrstu tvey málini byrja nú í heyst og síðani fara fleiri at koma.

09. august 2021

Í tí eina málinum er ein 96 ára gomul kvinna ákærd; hon gjørdi tænastu í leguni Stutthof sum lá í hersetta Póllandi. Í hinum málinum er tann ákærdi 101 ára gamal. Hann var vaktarmaður í leguni Sachsenhausen.

Týsk lóg er soleiðis, at mál um dráp ella viðvirkan til dráp fyrnast ongantíð, og orsøkin til at hesi fólkini ikki vórðu ákærd beint eftir kríggið er, at tey vóru við til at vitna ímóti fólki í hægri størvum.

Kelda:  vp.fo  Gunnar Skúvadal 09/08/2021 10:09

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022