EL-AL í Føroyum

Týsdagurin 10. august 2021 var ein serligur dagur, tá ið eitt flogfar hjá ísraelska flogfelagnum EL-AL lendi í Vágum.

12. august 2021

Flogfarið er eitt BOEING 737-800 og er hetta er fyrstu ferð at EL-AL er í Føroyum.

Flogið varð uttan steðg millum Vágar og Tel Aviv - 5 tímar og 25 min.   

EL-AL Israel Airlines er størsta flogfelag í Ísrael. Tað varð sett á stovn í 1948, sama ár um nútíðar staturin Ísrael varð stovnaður.

EL-AL hevur flogrutur kring allan heimin. Nevnast kann, at EL-AL eisini hevur flogrutur til Cairo og Amman, sum vit vita eru høvuðsstaðir í londum sum áður hava lopið á Ísrael, men har nú eru friðaravtalur landanna millum.

EL-AL hevur høvuðsstøð í altjóða floghavnini Ben Gurion, nakað uttanfyri Tel Aviv. El-Al hevur 44 flogfør tilsamans.

Hvat merkir navnið EL-AL ?

Dr. James H. Wigton greiðir soleiðis frá  (5. februar 2019):
Tá ið eg var í Ísrael fyri nøkrum árum síðan, greiddi ísraelski ferðaleiðari okkara frá, at navnið á ísraelska flogfelagnum El Al Airlines merkir “God of the skies,” ella “God of the heavens.” (Gud loftsins ella Gud himnanna).
Hetta navnið varð valt til flogfelagið í1948 og stavar frá Gamla Testamenti, Hoseas profeti 11:7, har tað stendur:

      "Tí fólk Mítt vil ikki geva uppat
      við fráfalli sínum frá Mær, og biður
      onkur tey venda sær móti hæddini, er
      ikki ein, sum lyftir eyganum uppeftir"

Eg las eina bók nýliga og fór at kanna málið á netinum. Tað tykist, sum at allar "verðsligar" keldur, so sum Wikipedia o.a., hava valt at útihýsa navnið "Gud". Allar týða einfalt "To the skies" (Upp í loft), og at "EL" bara er eitt fyrisetingarorð.  
Eg eri ikki kønur í hebraiska málinum, men flest øll vita, at "El" í Gamla Testamenti merkir "Gud".
"El" er stytting av Elyon og umfatar fleiri nøvn fyri Gud, so sum Elohim, El-Elyon, El Shaddai, o.fl.
Eisini, fleiri sum týða til enskt, halda fast um, at í hesum førinum er "AL" eitt navnorð, sum merkir "One Most High" (hin hægsti).
Hetta er sera áhugavert. Er hetta bara ein vanlig roynd afturat, at útihýsa Gudi?
Dr. James H. Wigton.

dp

 

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022