Ferðin útsett

Vinnuferðin til Ísrael, ið eftir ætlan skuldi vera 13.-19. oktober, er útsett.

Orsøkin er Covid-19 støðan í Ísrael, har talið av smittutilburðum er vaksandi, og er tað Delta frábrigdi, ið er farið at gera um seg har.

18. august 2021

Smittutalið í Ísrael er í løtuni tað hægsta higartil í ár. Orsaka av hesum hevur stjórnin í Ísrael sett nýggj tiltøk í verk, sum m.a. innibera at ferðandi, eisini úr Føroyum, skulu í sóttarhald í minst eina viku við komu til Ísrael.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tí tikið avgerð um, at ferðin verður útsett til umstøðurnar aftur tala fyri eini slíkari ferð.

Meira fæst at vita við at venda sær til Áka Johansen, sendimann í Ísrael, verður sagt.

Kelda:   vp.fo 18/08/2021 05:36

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022