Tað er heilt ómøguligt at fara avstað nú

Hetta váttar bara, at korona verður ikki bast bara við at koppasta fólk, sigur Jenis av Rana. Sum støðan er í Ísrael í sambandi við koronu í løtunu, ber slett ikki til at fara hagar. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum.

18. august 2021

Sjálvur skuldi hann skanda á odda fyri eini ferð til Ísrael í næstum fyri føroyskum vinnulívsfólki, og ferðafólki, men Ísrael er so hart rakt av koronu, at tað er neyðugt at útseta ferðina.

Hesa seinastu tíðina eru út ímóti 10.000 fólk smittað við koronu og Jenis av Rana sigur, at undir hesum umstøðunum, ber ikki til at fara. Annars er áhugin hjá føroyingum at fara til Ísrael, stórur, og áhugin í Ísrael at hitta føroyingar, er eisini stórur

Samstundis er Ísrael tað landið, eina flest fólk eru koppsett fyri koronu, men Jenis av Rana sigur, at hetta váttar bara, at í sær sjálvum er koppseting ikki mátin at basa koronu upp á, sigur. Hetta er tíverri bara ein áminning um, at tað er ikki so einfalt at basa koronu, sum vit higartil hava hildið, leggur hann afturat.

Kelda:  in.fo    Áki Bertholdsen    18.08.2021 (14:14)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022