USA vil hava fleiri arabisk lond at viðurkenna Ísrael

Amerikanski uttanríkisráðharrin letur skilja, at USA fer at hava somu linju í Miðeystri, sum Trump legði.

17. september 2021

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, hevur í dag hildið ein netfund við tey trý arabisku londini og Ísrael, sum hava normaliserað viðurskiftini. Myndin er frá fyrr í mánaðinum, tá Blinkin hitti starvsfelagan Mohammad bin Abdulrahman al-Thani í Doha. - Foto: Marwan Tahtah/Ritzau Scanpix

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, heitir í dag á fleiri arabisk lond um at viðurkenna Ísrael.

Tað ger hann á einum fundi við Ísrael og trý arabisk lond, sum um hetta mundið í fjør viðurkendu Ísrael.

– Vit vilja stimbra fleiri lond til at gera sum Emiratini, Bahrain og Marokko. Vit vilja víðkað bólkin av friðarligum sendistovuvirksemi.

Tað sigur Blinken á netfundi við ráðharrarnar úr teimum fýra londunum.

Tá tey Sameindu Arabisku Emiratini og Bahrain – og stutt eftir Marokko – normaliseraðu viðurskiftini við Ísrael í 2020, var tað fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at eitt arabiskt land hevði gjørt tað.

Tað var fyrrverandi forsetin í USA, Donald Trump, sum setti hesa tilgongdina í gongd við Abraham Avtaluni, sum normaliseringin varð kallað.

Blinken ger greitt, at tað er hesari linjuni, sum Joe Biden forseti ætlar at halda fram við.

Trump varð lagdur undir við politikki sínum um vinarlig viðurskifti millium Ísrael og arbisk lond at síggja burtur frá støðuni hjá palestinum í hersettu økjunum á Vestara áarbakka og Gaza.

/ritzau/Reuters

Kelda:   in.fo     Eirikur Lindenskov    17.09.2021 (16:55)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022