SÍÐSTI JØDIN Í AFGHANISTAN ÁVEGIS TIL ÍSRAEL

Zebulon Simantov, sum fór úr Afghanistan fyri fleiri vikum síðan, kemur væntandi til Ísrael um nakrar dagar. Hann kemur til Ísrael eftir at hava gingið við til, at lata seg skilja frá konuni.

20. oktober 2021

Hann lendi í Turkalandi ávegis til Ísrael.
Hóast hann í áravís hevur noktað konuni skilnað gekk hann við til skilnað sum eina fyrireiking til at fara úr Afghanistan og av tí at hann óttaðist at Ísrael fór at revsa seg; hetta søgdu tíðindini.
Tann, ið hevur hjálpt Zebulon Simantov, síðan hann flýddi úr Afghanistan, er rabbinarin Moshe Margareten, ið stendur fyri felagsskapinum “Betzedek”. Hann hjálpti honum at sleppa úr Kabul og rindar ferðaseðilin til Ísrael.
Í byrjanini umhugsaði felgsskapurin, at senda Simantov til USA, men av tí at tað fór at verða trupult at fáa innferðarloyvi til USA varð gjørt av, at fáa hann til Ísrael og eisini av tí at hann hevur fleiri ættingar í Ísrael, sum fara at hjálpa honum at fella til.
“Vit kenna ein stóran lætta at tað eyðnaðist at hjálpa Zebulon Simantov úr Afghanistan og koma heilskapaður til Turkalands” segði Moshe Margareten. “Lív hansara var í vanda í Afghanistan”.
Rabbinarin Mendy Chitrik tók ímóti honum í Turkalandi og fer at hjálpa honum at útvega sær innferðarloyvi frá ísraelska konsulátinum í Turkalandi.

KELDA: Arutz Sheva

MYND. Reuters

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022