René: Ein serligur dystur fyri meg

Landsliðið: At spæla í Ísrael hevur ein heilt serligan týdning fyri René Shaki Joensen

14. november 2021

Mánakvøldið klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið seinasta dystin í HM 2022 undankappingini, tá ísraelar taka ímóti á Netanya leikvøllinum stutt uttanfyri Tel Aviv. Fyri René Shaki Joensen hevur dysturin ein heilt serligan týdning.

- Pápi mín er úr Ísrael. Vit hava ikki møguleika at møtast oftani, so tað er stuttligt at sleppa at vitjan hann og Ísrael. Tað er ikki so langtsíðani, at eg var her við HB og spældi móti Maccabi Haifa, men hetta er ein serligur dystur fyri meg, sigur René Shaki Joensen.

Long í 2013 setti René Shaki Joensen sær fyri, at tað skuldi standa “Shaki” á troyggjuni. Tað gjørdi hann í samrøðu við Sosialin. Tá spældi havnarmaðurin við danska Brøndby og helt, at Shaki eftirnavnið var meiri serstakt.

Í samrøðuni tosar René Shaki Joensen eisini at verða fluttur millum fleiri pláss á liðnum, og um framtíðina. Nógv bendir á, at hann ikki heldur fram í HB. Áhugi er úr KÍ og útlandinum.

René Shaki Joensen og restina av føroyska landsliðnum skal spæla móti Ísrael klokkan 19.45 mánakvøldið.

Kelda:  in.fo   Tróndur Arge    14.11.2021 (22:30)

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin omanfyri:

https://www.in.fo/news-detail/rene-ein-serligur-dystur-fyri-meg

 

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 31. mars 2025 kl. 19 úti á Fløtum.
12. mars 2025
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022