ARABAR SAMSKIPAÐU
ÍSRAELSKIR ARABAR SAMSKIPAÐU ÓFRIÐIN VIÐ YVIRGANGSBÓLKAR. -
Ein fyrrverandi heryvirmaður í IDF fregnartænastuni sigur, at Hamas og Hezbollah samskipaðu innanríkis ófriðin, ið skakaði Ísrael, tá ið Hamas og Ísrael brustu saman í mai.
Heryvirmaðurin (Lt. Col B), ið starvaðist í mong ár á ymsum deildum í IDF fregnartænastuni, sum fylgir við virkseminum hjá fíggindasinnaðum londum og yvirgangsbólkum, sipar til eitt nýtt hermót, sum Ísraelski almenningurin varð útsettur fyri í kjalavørrinum av ófriðinum, ið tók seg upp undir “Operation Guardian of the Walls” í mai mánaði í ár.
”Fyri okkum í IDF er hetta eitt greitt frávik. Hetta, at tað er tætt samstarv millum yvirgangsbólkar og kjarnar av Ísrael-arabum í Ísrael, ið hava viljan, amboðini og eina ætlan, við tí endamáli at seta í verk hópyvirgang, ið fer at órógva vanliga lívið hjá borgarum landsins og trygdartænastuni,” segði hann.
Hann leggur aftrat: ”Tað er ein mótsøgn øll tosa um. Ábyrgdin fyri innanríkis trygd liggur hjá Ísraelsku løgregluni. Virksemið hjá IDF og myndugleiki tess í landinum liggur hjá Home Front Command. Leiðandi løgreglumenn virka fyri at tryggja lóg og landaskil so langt tilber. Eg vóni, at hetta broytist; til dømis er virksemið at leggja hald á vápn, sum ein dropi í havinum”.
Hann sigur, at prógvið fyri, at arabiskir yvirgangsbólkar samstarvaðu, kom týðiliga til sjóndar tá ið ófriðurin helt uppat samstundis, tá ið Ísrael og Hamas samdust um vápnahvíld 20. mai.
”Havast skal í huga, at ongin samráddist við teir túsundtals arabisku ófriðakroppar við bláum (ísraelskum) samleikaprógvum og teirra túsundtals viðhaldsfólkum í landinum. Og í tilgongdini er Hamas stýrt av hægri maktum til gagns fyri felags áhugamálum araba móti Ìsrael.”
Kelda: Arutz Sheva
Israelnationalnews.com