Skansi útgrivin

NÝLIGA ÚTGRIVIN SKANSI STAÐFESTIR SIGUR MAKKABEARA Leivdirnar av einum griskum (hellenistikum) bygningi, oyðilagdur í bardaga, funnin í Lachish skóginum.

19. november 2021

Fyri umleið 2100 árum síðan vann Hasmonittiski herurin ein týdningamiklan sigur á Seleuidum, í stríði, sum enn ídag verður minst sum upprunin til Hanukkah høgtíðina.
Týsdagin, 16. nov., minni enn tvær vikur fyri Hanukkah høgtíðina (28.nov.), avdúkaði Israel Antiquities Authority (IAA) staðið, har navnframu Makkabeara-leiðarnir sigraðu. Fornfrøðingarnir avdúkaðu har leivdirnar av einum griskum skansa í Lachish skóginum.
”Útgrevsturin prógvar ítøkiliga Hanukkah frásagnirnar”, segði leiðarin, Saar Ganor vegna IAA.
”Tað sær út til, at vit hava funnið ein bygning, ið var partur av einari víggirðing, bygd at verja stóra griska býin Maresha, ímóti álopum frá Hasmonittum”.
Útgrevsturin prógvar tó, at Seleudiska verjan hevði ikki eydnuna við sær; Hasmonittar høvdu brent og oyðilagt bygningin.
Annað, sum fornfrøðingarnir funnu, vóru myntir frá tí tíðini, brendir bjálkar og leivdir av einum veggi í tí 15X15 metra stóra bygninginum. Bygningurin hevði sjey rúm og mett verður at hann var 5 metrar høgur.
Grundað á tað ið funnið er og myntirnar, kunnu vit staðfesta, at bygningurin varð oyðilagdur av tí Hasmonittiska leiðaranum John Hyrcanus, ið hertók Idumeiska økið, umleið ár 112 fyri Kristi føðing.

Myndin: Arbeitt verður á staðnum. (mynd: EMIL ALADJEM/ISRAEL ANTIQUITIES AUTHORITY)

Kelda: Jerusalem Post

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022