Iran kjarnorkuvápn um 5 ár

VIÐ ELLA UTTAN AVTALU – UM 5 ÁR HEVUR IRAN ATOMVÁPN. Iran hevur kjarnorkuvápn um fimm ár og altjóða samráðingarnar, ið skulu byrja aftur í næstu viku, fara ikki at seinka tí; hetta boðaði Ísrael frá týsdagin og lagt verður afturat, at Ísrael tilskilar sær rættin at verja seg.

26. november 2021

Óbeinleiðis samráðingarnar, har Iran játtaði at minka um verkætlanina, aftur fyri at handilsforðingarnar vórðu avtiknar, fara at byrja aftur í Vien eftir ein fimm mánaða støðg.
     Ísrael hevur leingi verið ímóti avtaluni, men stjórnin hjá forsetanum, Naftali Bennet, ið hevur sitið síðan juni, hevur áður sagt at hon kundi taka undir við einari avtalu við herdum avmarkingum. Men viðmerkingar hansara týsdagin ljóðaðu ikki vera so lagaligar.
     Bennet vísti á, at Iran, sum avnoktar at teir stremba eftir at fáa sær kjarnorkuvápn, er komið langt ávegis við kjarnorku verkætlanini. “Líkamikið um vent verður aftur til eina avtalu, so er Ísrael sjálvandi ikki ein partur av avtaluni og er ikki bundið av henni” segði hann á eini ráðstevnu, har Reichman University var vertur.
     Fíggjarmálaráðharrin, Avigdor Liberman segði: “við ella uttan eina avtalu verður Iran ein kjarnorkutjóð og fer ivaleyst at hava kjarnorkuvápn um fimm ár,”
     Ísrael, ið menn halda hevur kjarnorku vápn, hevur leingi sagt, at avtalan frá 2015 var alt ov veik til tess at fyribyrgja at Iran fær sær kjarnorkuvápn.
     Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump vrakaði avtaluna tí hann meinti at hon var ov lagalig. Iran svaraði aftur við at bróta ymsar forðingar í avtaluni. Joe Biden forseti miðar eftir at kveikja lív í avtaluna aftur.
     Ísrael hevur eisini funnist at, at avtalan ger einki fyri at tálma rakettverkætlanini og fíggindasinnaða virkseminum hjá Iran stuðlaðum herliðum.
     “Iranar hava kringsett statin Ísrael við rakettum, meðan teir sita tryggir í Teheran” segði Naftali Bennet. “At jagstra dagsins yvirgangskroppar, sendir av loyniligu Quds deildini (ein deild av Iransku kollveltingarhirðini) loysir seg ikki longur. Vit mugu fara eftir avsendaranum”.
     Við eitt annað høvi, beyð leiðarin fyri ísraelska flogvápnið teimum arabisku flógvalondum samstarv móti Iransk- framleiddum dronum.

Myndin: Ein lastbilur við einum hylki av uranium hexafluoride gassi koyrir í 2019 út frá virkinum Ahmadi Roshan í Natanz, har uran verður ríkað, til Fordo kjarnorkuverkið, har evnið verður sprænt inn í Fordo centrifugurnar. (Atomic Energy Organization of Iran via AP)

Kelda: Hamodia.com

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022