Vilja styrkja sambandið millum Ísrael og UAE

Ísraelski forsætisráðharrin á søguligari vitjan í Sameindu Arabisku Emirátunum Endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið millum ísrael og Golf-londini, og hetta er fyrstu ferð, at ein ísraelskur leiðari vitjar Emirátini.

13. desember 2021

Í gjár kom ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett til Sameindu Arabisku Emirátini.

Talan er um eina søguliga vitjan, tí ongantíð áður hevur ein ísraelskur politiskur leiðari vitjað Emirátini.

Naftali Bennett sigur, at hann var væl móttikin, og fegnast hann um at vera har vegna ísraelska fólkið.

Eftir ætlan skal hann í dag hitta Mohammed bin zayed al-Nahyan, krúnprinsur í Abu Dhabi, sum í roynd og veru er leiðari í Emirátinum. Endamálið við vitjanini er at styrkja sambandið millum ísrael og Golf-londini.

Ísrael og Emirátini hava longu gjørt fleiri avtalur um samstarv innan handil, heilsu og orku. Í august í fjør vóru Sameindu Arabisku Emirátini eisini tað fyrsta av fýra londum, sum gjørdu eina avtalu um at normalisera sambandið við Ísrael. Hini londini vóru Bahrain, Sudan og Marokko.

Myndin:  Ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett og Abdullah bin Zaey, uttanríkismálaráðharri í Sameindu Arabisku Emirátunum (Mynd: EPA)

Kelda:  portal.fo  21-12-13 08:17  ALDA NIELSDÓTTIR

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022