ST avnoktar jødiska tilknýtið til Tempulfjallið

SAMEINDU TJÓÐIR AVNOKTA FRAMVEGIS JØDISKA TILKNÝTIÐ TIL TEMPULFJALLIÐ Fyrsta desembur í ár (2021) samtykti ST-aðalfundurin við stórum meiriluta eina viðtøku, 129 atkvøður ímóti 11, at avnokta jødiska tilknýtið til Tempulfjallið. M.a. heitir viðtøkan á Ísrael at enda øllum einsæris tiltøkum inni á ”hersettu palistinensisku økjunum”.

14. desember 2021

Heitt verður eisini á øll heimsins lond um ikki at viðurkenna nakrar broytingar til markið, sum var áðrenn 1967, og ikki geva hjálp ella stuðul til tað teir kalla ”ólógligu búsetingar Ísraels”.
      Harumframt varð viðtikin ein lógargrein har aðalfundurin endurstaðfesti sína áseting at øll tiltøk, framd av ”hersetingarvaldinum Ísrael”, ið hava til endamáls at áleggja teirra lógir og fyrisiting í tí heilaga býnum Jerusalem, eru ólóglig.
      Eitt tíðindaskriv frá ST-trygdarráðnum í 2015, staðfesti, at søguliga støðan á ”Haram al-Sharif” varð framhaldandi varðveitt óbroytt, varð tikið aftur.
      ST-sendimaðurin fyri USA vísti á, at henda viðtøkan bert nevndi Harma al-Sharif og ikki Haram al-sharif/Temple Mount (Tempulfjallið), sum hevði góðkent felags søguliga tilknýtið til hetta heilaga staðið. Tað er moralskt, søguligt og politiskt skeivt at ST samtykkir eina útsøgn, ið avnoktar jødiska tilknýtið til Tempulfjallið, segði amerikanski ST- sendimaðurin.
      Tann veruleiki, at útsøgnin bert nýtir tað muslimska heitið, ”Haram al-Sharif”, um Tempulfjallið sigur ikki so lítið. ST verður misnýtt av palestinaarabum, og ymsum arabaralondum til at fremja teirra politisku stevnuskrá í teirra skammleysu royndum at broyta tað mest halga staðið hjá jødum til ein islamiskan halgistað burturav.
      USA fanst at, at eitt ikki meiri umfevnandi orðalag varð nýtt um hetta staðið, ið er heilagt hjá trimum religiónum. Hetta gevur ”orsøk til veruliga órógv” segði USA og legði dent á, at viðtøkan, sum talan er um, var ”moralskt, søguliga og politiskt órættvís”.
      Fleiri lond lótu vera við at atkvøða. Fyri trimum árum síðani stuðlaðu øll tey evropeisku londini sama teksti, men í ár broyttu fleiri sína atkvøðu.
      Ungarn og Tjekkia atkvøddu ímóti viðtøkuni, meðan Albania, Bulgaria, Danmark, Týskaland, Litavia, Holland, Rumenia, Slovakia, og Slovenia atkvøddu blankt.
      Bretski sendimaðurin atkvøddi eisini blankt. Hann fanst at tí avgjørda islamiska orðalagnum og at ikki eitt orð var nevnt um jødiska tilknýtið til Tempulfjallið. ”Bretland hevur í fleiri ár gjørt greitt, at vit eru ósamdir um tilgongdina, men hóast tað, so eru vit nøgdir, at fleiri óhepnar orðingar eru burtur, men ónøgdir, at ikki eyðnaðist at finna eina semju um endaligu orðingina”. Kortini, so legði bretski sendimaðurin dent á, at avgerðin at atkvøða blankt skuldi ikki misskiljast sum, at Bretland hevði broytt støðu mótvegis Jerusalem, men heldur er ein staðfesting av tí sambandi tær tríggjar einguda religiónirnar hava til søgu Jerusalems.

Myndin: ST hevur tikið til sín Palestinsku lygnina, at Jødarnir einki søguligt tilkvýti hava til Tempulfjalliðt. Mynd: Aharon Krohn/Flash90

Kelda: Israel Today

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022