Sjálvt í Ísrael vita tey ov lítið um omikron

- Allur heimurin nú er í einari nýggjari støðu við omikron-frábrigdinum, sigur leiðarin fyri ísraelsku farsóttarnevndina, Salman Zakra.

20. desember 2021

Ísrael hevur verið eitt stig frammanfyri Evropa, nú koronu-farsóttin hevur herjað, og hetta snýr seg bæði um, hvussu virusið skal taklast og í samband við koppseting.

Og í so máta er ísraelska handfaringin av omikron einki undantak.

Í dag helt leiðarin fyri ísraelsku farsóttarnevndina, Salman Zakra, saman við ráðgevaranum og professaranum, Ran Balicer, tíðindafund um royndirnar higartil av omikron-frábrigdinum.

Salman Zakra segði, at allur heimurin nú er í einari nýggjari støðu við omikron-frábrigdinum, og hann vísti á, at Ísrael tørvar meira tíð til at finna út hesum.

Hann upplýsti, at umleið 175 omikron-tilburðir higartil eru staðfestir í landinum, men at 600 royndir, sum illgruni er um eisini kunnu vera omikron, enn ikki eru endaligar greinaðar.

Ráðgevin og profesarin, Ran Balicer, segði seg í løtuni ikki vita, hvussu mong eru løgd inn á sjúkrahús við omikron. Smittan er komin úr útlandinum, og tí hevur Ísrael stongt landamørkini.

Higartil hevur Ísrael havt lutfalsliga fáar tilburðir við omikron, og tað eru nakrar orsøkir til tess. - Ein er, at mørkini eru stongd fyri londum, sum hava omikron-smittu. Vit vænta ikki at steðga smittuni, men vit royna at seinka stórari útbreiðslu av omikron-smittu.

Ran Balicer vísti á, at Ísrael var tíðliga úti við triðju koppseting, men ráðgevin og professarin heldur, at tað enn er ov tíðliga at siga við vissu, hvørja ávirkan triðja koppsetingin hevur, tí tilburðirnir í Ísrael við omikron higartil eru lutfalsliga fáir.

- Tað er eisini ov tíðliga at siga nakað um, hvussu leingi triðja koppsetingin verjir, leggur hann aftrat.

Leiðarin fyri ísraelsku farsóttarnevndini, Salman Zakra, vildi á tíðindafundinum í dag ikki siga, um Ísrael hevur tikið avgerð um at bjóða sínum borgarum fjórðu koppseting.

- Vit hava umleið eina miljón, sum ikki hava fingið triðju koppseting, eftir at tey hava fingið aðru, og nú vit vilja gjarna, at hesi eisini fáa triðju koppseting.

Salman Zakra segði, at tey í Ísrael eru byrjað at geva børnum millum fimm og ellivu ár aðru koppseting, og hetta verður høvuðsuppgávan næstu tvær til tríggjar vikurnar.

Lagt verður aftrat, at fram til í dag - mánadagin - hava 145.000 børn í Ísrael í aldrinum fimm til 11 ár fingið aðru koppseting móti koronu.

Kelda:  in.fo   Vilmund Jacobsen   20.12.2021 (12:59)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022