Podvarp: Hvør slatraði fyri Gestapo?

27-01-2022 Dagbókin hjá Onnu Frank er ein tann kendasta holocaust-søgan, ið er til. Hvør var Anna Frank, og hvør slatraði fyri Gestapo? Tað greiðir Rólant í Skorni frá í hesum podvarpi.

05. februar 2022

15 ára gamla Anna Frank og familja hennara vóru handtikin 4. august 1944. Tey høvdu krógvað seg fyri nasistunum í eini loyniíbúð í hollendska býnum Amsterdam í tvey ár, men tíðliga um morgunin henda dagin hevði onkur ringt til Gestapo og smettað fyri teimum, hvar Anna Frank og aðrir jødar krógvaðu seg.

Sama dag brutu nasistarnir, við SS-Oberscharführer Karl Silberbauer á odda, inn í loyniligu íbúðina. Anna, pápi hennara Otto, mamman Edith, eldra systurin Margot og hinir jødarnir, ið krógvaðu seg í íbúðini, vóru handtikin.

Anna Frank var 15 ár, tá ið hon var handtikin og send til Auschwitz.

 

 SS-Oberscharführer Karl Silberbauer, ið stóð á odda fyri handtøkuni av Onnu Frank

Stutt eftir handtøkuna vóru Anna og allir hinir jødarnir sendir til týningarleguna Auschwitz-Birkenau og seinni til Bergen Belsen, har fyrst mamman, siðani Margot og so til seinast Anna doyðu av tyfus í februar 1945. Pápin Otto var tann einasti av teimum, ið yvirlivdi, og tað var hann, ið gav út dagbókina hjá Onnu Frank í 1947.

Dagbókin hjá Onnu Frank

Men eitt, sum líka síðani hevur verið ein gáta, er, hvør slatraði fyri Karl Silberbauer? Hvør ringdi til Gestapo og segði honum, hvar Anna og tey krógvaðu seg?

Fyri stuttum kunngjørdi eitt lið av altjóða granskarum, at tey høvdu loyst gátuna. Tað var jødin Arnold Van Der Bergh, sum slatraði. Men er tað nú satt?

Hvør var Anna Frank? Hvat er hennara søga? Hví smettaði fyri nasistunum? Hvat er so serligt og áhugavert við dagbókini?

Lurta eftir hesum podvarpi, har Rólant í Skorini greiðir frá.

Húsini, har Anna Frank krógvaði seg fyri nasistunum. Húsini eru í dag eitt savn til minnis um Onnu Frank og holocaust.

Tað var í einum húsum aftan fyri høvuðshúsini, at pápi Onnu, Otto, hevði gjørt eina íbúð, har tey kundu krógva seg fyri nasistunum.

Ein bókahill fjaldi inngongdina til íbúðina.

 

Soleiðis sóu húsini út aftanfyri.

Tað var í teimum ovastu hæddunum, at jødarnir krógvaðu seg.

 

Hoyr samrøðuna millum Kára Sólstein og Róland í Skorini  her::: https://kvf.fo/gmf?sid=134688

Kelda:  kvf.fo

 

 

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022