PÁSKAFERÐ Í APRÍL
PÁSKAFERÐ Í APRÍL frá 14 - 24 apríl 2022
Kom við til Ísrael á páskum 2022!
Vit gera ein túr á páskum til Ísrael í døgunum frá 14 -24 apríl 2022
Kend pláss sum vit vitja eru m.a. Golgata, Oljufjallið, Via Dolorosa, Getsemane, Grátmúrin og Holocaustsavnið Yad Vashem.
Vit ferðast norður til Gallilea, sigla á Genesaretsvatninum, koyra niðan á Golanheyggjarnar, har vit skoða inn yvir Syria, vit vitja Nazaret og Kapernaum.
Eisini uppliva vit Masada og svimja í Deyðahavinum.
Gist verður á 4 stjørnu hotellum.
Vit flúgva úr Føroyum við Atlantic um morgunin og lenda í Tel Aviv sama dag, via Keypmannahavn.
Á heimferðini fara vit á middegi úr Tel Aviv og lenda í Føroyum um tíðlja um kvøldið, via Keypmannahavn.
Við í prísinum er:
- Flogferðir við Atlantic og Norwegian, vit flúgva beinleiðis úr Keypmannahavn til Ben Gurion flogvøllin í Tel Aviv.
- Gisting á 4 stjørnu hotellum í Ísrael, v/ morgunmati og døgurða um kvøldi
- Góður bussur við aircondition og WIFI
- Framúr ferðaleiðarin Joen Lindqvist, svenskur jødi sum hevur búð mesta partin av sínum lívið í Ísrael
- Atgongumerkir til øll plássini vit vitja
- Borðfæ (drykkjupeningur) til guide, bussførara, hotel o.o.
Ikki við í prísinum er:
- Einakamar
- Trygging, vinaliga tosið við tygara tryggingafelag
- Covid test á flogvøllinum í Tel Aviv, kostnaðurin fyri hesa test e uml. kr. 180,-
Les meira á www.lofti.fo