ÍSRAEL ÁVARAR
ÍSRAEL ÁVARAR UM IKKI AT TAKA IRANSKU KOLLVELTINGARHIRÐINA (IRGC) AV SVARTALISTANUM YVIR YVIRGANGBÓLKAR
ísraelski forsetin Naftali Bennet og uttanríkisráðharrin Yair Lapid ávara og siga at tað vildi verið eitt mistak um USA tók Iransku Kollveltingarhirðina (IRGC) av listanum yvir yvirgangsbólkar.
“Ein og hvør við viti og skili eigur at tosa við fyrisitingina og siga: “hetta er beinleiðis skeivt, ikki finna uppá slíkt” segði Yair lapid á einum fundi í Jerusalem við leiðarar fyri stórar amerikanskar jødiskar felagsskapir mánadagin (21.02.22).
Kvøldið fyri hevði Bennet somu boð at bera hesum týðandi bólki: “Teir ætla at lata heimsins størsta yvirgangsbólk sleppa av listanum” segði Bennet og sipaði til, at Iranar setti tað sum eina treyt at koma av listanum áðrenn teir vildu taka uppaftur samráðingarnar í Wien um eina kjarnorkuavtalu.
Bennet, ið er ímóti at USA fer aftur til atomavtaluna, nevndi ikki um Bidenfyrisitingin var gingin við til avtaka avgerðina hjá Trump í 2019 at svartlista IRGC.
Í 2019 kunngjørdi amerikanski uttanríkisráðharrin Mike Pompeo, at IRGC fór at vera sett á listan yvir felagsskapir, ið fremja yvirgang; hetta var fyrstu ferð at USA setti eina heila eind undir einum fremmandun landastýri á svartalistan.
Hetta hevði við sær handilsforðingar og hald lagt á ognir IRGC´s á amerikonskum øki og banna var amerikonskum fyritøkum at samstarva við IRGC o.a., ið kundi stuðla undir teirra virksemi.
Kelda: Hamodia.com