Ísraelski forsætisráðharrin á loyniligari Putin-vitjan

Ísrael hevur verið nevnt sum ein møguligur meklari í krígnum millum Russland og Ukraina.

05. mars 2022

Myndin er tikin, tá ið ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hitti Vladimir Putin í fjør.

Reuters skrivar, at ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, hevur hitt russiska forsetan, Vladimir Putin, í Moskva í dag. (05. mars. 2022).

Her hava teir umrøtt støðuna, sum í løtuni er í krígnum millum Russland og Ukraina, har Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.

Ísrael hevur verið nevnt sum ein møguligur meklari í krígnum millum londini. Ísrael er ikki við í tiltøkunum móti Russlandi, og hetta hevur landið eisini hoyrt fyri í USA.

Sambært viðurkenda miðeystur-tíðindamanninum, Barak Ravid, fór ísraelski forsætisráðharrin, Naftali Bennett, í loyndum til Moskva.

Í Ísrael høvdu tey tó sambært tíðindamanninum latið USA fingið at vita um vitjanina fyri fráferðina hjá ísraelska forsætisráðharranum.

Kelda:  in.fo  Vilmund Jacobsen
05.03.2022 (17:59)

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022