Sendimaðurin vitjaði Vinafelagið
Føroyski sendimaðurin í Ísrael Áki Johansen saman við skrivara sínum, Eli Gabrielson Amar, sum er hálvur føroyingur, vitjaðu Vinafelagið Føroyar-Ísrael.
Mikukvøldið 2. mars 2022 kl. 18.00 var fundur saman við føroyska sendimanninum í Ísrael Áka Johansen.
Fyri Vinafelagið møttu nevndarlimirnir Mogens Lützen, Klæmint Weihe, Jákup S. Joensen, næstformaður.
Nógvu møguleikarnir um samstarv millum Føroyar og Ísrael vóru umrøddir á fundinum. Longu nú er ávíst samskifti millum ísraelskar og føroyskar lærustovnar, har føroyskur ungdómur fær møguleika at lesa á hægri læristovni í Ísrael. Eisini er samskifti um ítróttasamstarv millum londini. Nýggir møguleikar um gransking vóru eisini nevndir.
Samstarv um ferðavinnu og skipanin "Youth Exchange", har føroyskr og ísraelskur ungdómur kann ferðast til hvønn annan er sera spennandi.
Í mai mánaði er ein vinnuferð løgd til rættis, har føroyskar vinnufyritøkur kunnu fáa samband við ísraelskar vinnufyritøkur. Henda ferð verður eisini í sambandi við at føroyska sendistovan letur upp alment.
Á fundinum var semja um, at nógvir møguleikar eru fyri víðkaðum samstarvi landanna millum, serliga tí vit tosa um Ísrael, sum er heimsins fremsta land á mongum økjum, t.d. ídnaði, hátøkni, heilivági og er eitt framkomið vesturlendskt fólkaræði, sum er lætt at samskifta við.
Myndin: v.f. Mogens Lützen, Klæmint Weihe, Jákup S. Joensen, Eli Gabrielson Amar og Áki Johansen.
Eli Gabrielson Amar er abbasonur Suna Vinther í Havn.Eli, sum er uppvaksin í Ísrael tosar bæði hebraiskt og føroyskt.