Foreldraleys jødisk børn úr Ukraina boðin til Ísraels
ÍSRAELSKI FORSETIN NAFTALI BENNET BJÓÐAR FORELDRALEYSUM JØDISKUM BØRNUM ÚR UKRAINA VÆLKOMIN TIL ÍSRAELS
07. mars 2022
Forsetin segði, at hann var rørdur tá ið teir umleið 300 jødarnir, í serflogfari, lendu í Ben Gurion floghavnini.
“90 børn frá Zhytomyr (Jødiska) barnaheiminum, eru júst lend í Ísrael” tweetaði Bennet. Tað var rørandi bjóða teimum vælkomin og siga við tey “kennið tykkum trygg, tit eru komin í eina trygga havn.”
Flúgvingin var ein liður í at bjarga umleið 300 jødum undan krígnum í tí hersetta landinum, segði flogfelagið El Al á twitter og legði afturat, at starvsfólk, ið tosaði ukrainiskt vóru við á ferðini at hjálpa til og býta út ymiskt gott til børnini.
Kelda: Israel Hayom
Seinastu tíðindi
Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkrahús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022