Ferð til Ísraels 22. - 26. mai 2022.

Sendistova Føroya í Ísrael og Uttanríkis- og mentamálaráðið skipa í døgunum 22-26 mai fyri vinnuferð til Ísrael. Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, stendur á odda fyri ferðini.

10. mars 2022

Á skránni fyri ferðina er m.a. vinnuvitjanir, framløgur um vinnulív í Ísrael og B2B tiltøk. Eisini verður hátíðarhald á Sendistovu Føroya í sambandi við, at sendistovan er latin upp.

Fyribils skrá fyri ferðina er at finna her.

Til ber at tillaga fráferð úr Føroyum og Ísrael til tørvin hjá einstøku luttakarunum.

Kostnaður fyri ferðina er úr 25.000 kr. fyri hvønn.

Meira kunning um vinnuferðina fæst við at venda sær til sendistovuna í Tel Aviv, Áki Johansen, Tel. 55 61 16, akij@ummr.fo

Tey, ið ynskja at luttaka á ferðini, kunnu tekna seg við at venda sær til 62N Vígdis Joensen Tel. 34 00 10, vigdis@62n.fo

Seinasta freist fyri at tekna seg er tann 28. mars 2022.

Seinastu tíðindi

Aðalfundur felagsins verður 9. mars 2024 kl. 19 úti á Fløtum.
09. mars 2024
Iranskar dronur niðurskotnar
24. mars 2022
Ísraelsk felt-sjúkra­hús í Ukraina
22. mars 2022
Zelenskij: Jerusalem er rætta staðið at samráðast
21. mars 2022
ÍSRAEL GEVUR LVIV Í UKRAINA 6 STÓRAR GENERATORAR
21. mars 2022
Aðalfundur hósd. 31. mars
18. mars 2022
Emirates til Tel Aviv
17. mars 2022
PLO SAGT UPP ALLAR AVTALUR VIÐ ÍSRAEL
14. mars 2022