ÍSRAELSKI FORSETIN VITJAR TURKALAND
ÍSRAELSKI FORSETIN VITJAR TURKALAND MEÐAN LONDINI ROYNA AT NÆRKAST Ísraelski forsetin Isaac Herzog kom til turkalands mikudagin (9.3.22) at hitta turkiska forsetan Tayyip Erdogan, sum tann fyrsti leiðarin úr Ísrael at vitja í 14 ár, nú londini royna at byrja eitt nýtt kapitul og bøta um sambandið teirra millum.
Menn á hestbaki fylgdi honum til forsetaborgina í Ankara har hann varð móttikin av Erdogan og heiðursvaktum, meðan eitt ljómlið spældi ísraelska tjóðsangin; fyri fyrstu fer síðani 2008.
Turkaland og Ísrael sótu einaferð væl um sátt, men sambandið slitnaði undir Erdogan, sum fanst harðliga at Ìsrael og tess atferð mótvegis palestinaarabum. Ísrael hevur harafturímóti funnist at hvussu Erdogan hevur givið seg í part við yvirgangsbólkin Hamas.
Londini bæði tóku aftur sínar sendimenn í 2010 aftaná at ísraelskar herdeildir lupu á eitt skipafylgi, sum kom við "neyðhjálp" til til Gaza búgvar og breyt seg ígjøgnum ein ísraelskan stongsil. Tá doyðu 9 turkisk stuðulsfólk.
Viðurskiftini versnaðu aftur í 2018 tá øði kom í Turkaland um, at USA flutti sína sendistovu í Ísrael til Jerusalem og heimkallaði sín sendimann, og Ísrael svaraði afur við at heimkalla sín sendimann. Londini bæði hava enn ikki útnevnt sendimenn.
Herzog er ætlaður at hitta limir í tí jødiska felagsskapinum í Istanbul hósdagin.
Kelda: Hamodia.com